Korn úr Ukraina sleppur aftur út á marknaðin

bannari
Korn úr Ukraina sleppur aftur út á marknaðin
Russland og Ukraina fara í dag at undirskriva eina avtalu, so at korn aftur kann útflytast úr ukrainskum havnum við Svartahavið.
Ukraina og Russland eru heimsins breyðkurvar, sum tikið verður til, tí nógv av tí korni, ið verður framleitt, verður framleitt í kríggjandi londunum
Mynd: Shutterstock.com  
 
22.07.2022 - 06:54

Forsetin í Turkalandi, Recep Erdogan, hevur saman við Sameindum Tjóðum verið meklari millum Russland og Ukraina.

Tað upplýsti umsitingin hjá turkiska forsetanum í gjárkvøldið, skriva Ritzau og Reuters.

Avtalan hevur verið á veg í tveir mánaðir, og í seinastu viku vóru samráðingar í Turkalandi.

Sameindu Tjóðir hava gjørt avtaluna, ið verður undirskrivað klokkan 14:30 seinnapartin. Enn er ógreitt, hvat heilt neyvt stendur í avtaluni.

Bæði Russland og Ukraina eru týdningarmiklir útflytarar av korni, og prísurin á matvørum er nógv hækkaður síðani russisku innrásina í grannalandinum.

Tað er bráðneyðugt hjá fleiri londum at fáa hendur á korni aftur, um hungursneyð ikki skal verða í londunum.

Russland hevur avbyrgt allar ukrainskar havnarbýir. Í løtuni eru umleið 25 milliónir tons á goymslu í Ukraina, klár at verða send út á heimsmarknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339