- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Brúkaraumboðið

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið søkir eftir stjóra til Brúkaraumboðið.
Starvið sum Brúkaraumboð er sett í fimm ár í senn.
Umsóknarfreistin er til 5. september. Starvið skal setast 1. oktober.
Rannvá Ragnarsdóttir hevur verið Brúkaraumboð síðani 1. september í 2012.
Eftirlit við at lógir verða hildnar
Brúkaraumboðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og ávísar reglur í gjaldslógini verða hildnar.
Brúkaraumboðið er sjálvstøðugur myndugleiki og stovnur. Avgerðir Brúkaraumboðsins kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Lóg um marknaðarføring er galdandi fyri vinnurekandi virki og almennir stovnar/virki, ið bjóða vørur og tænastur út á marknaðin.

























