- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Piddi varð dripin um náttina
Løgreglan: Piddi varð dripin um náttina
Løgreglumaður greiddi í dag frá ástøðinum, sum løgreglan hevur í Piddamálinum. Líkið varð burturbeint dagin eftir drápið
09.11.2012 - 18:17
Eftir at hava koyrt tvær døtur hjá Dánjali Peturi Hansen, Pidda, í skúlan við Løkin stutt fyri klokkan átta fríggjamorgunin 4.november í fjør, fer maðurin, sum er ákærdur fyri at beint fyri Dánjali Peturi Hansen tá um náttina, til Gerðisveg 34 eftir líkinum av Pidda.
Tað er ástøðið hjá politinum. Og tað gjørdist fyrstu ferð alment seinnapartin, tá Lars Coops í Ferðaliðnum varð avhoyrdur um fartelefonirnar hjá Pidda og ákærda manninum. Poltiið byggir ástøðið á, at einki blóð er í Skodabilinum, tá ákærdi koyrir genturnar í skúla.
Klokkan seks minuttir í níggju ringir sami vinmaður Pidda, sum tosaði við Pidda um náttina, til hansara. Telefonin hjá Pidda er tá við Norðoyatunnilin. Har er telefonin hjá ákærda eisini.
Ákærdi hevur sjálvur greitt frá, at hann var í Norðoyatunlinum tann fyrrapartin fyri at kanna, hvat Skodabilurin, sum sambært honum varð stolin náttina fyri, gjørdi har. Blóð frá Pidda er funnið í einum víkiplássi í Norðoyatunlinum.
Kunnu fylgja telefonini
Síðani ber til at fylgja telefonini hjá Pidda. Klokkan 13 minuttir í hálvgum tíggju er ákærdi, sum sambært politinum hevur telefonina, á veg aftur á Skálafjørðin. Og klokkan átta minuttir yvir tíggju er telefonin á Nesi, har sum ákærdi búði.
Klokkan trý korter til ellivu er telefonin við Gerðisveg. Átta minuttir seinni aftur á Nesi. Klokkan ein minutt í ellivu verður hon sløkt.
Fimm dagar seinni, tann 9.november, dagin eftir, at Piddi er eftirlýstur, er telefonin tendrað aftur, klokkan 14 minuttir yvir eitt um dagin. Telefonin hjá Pidda og telefonin hjá ákærda hava samband við somu mastur.
Ringdi 28 ferðir
Millum klokkan 14 minuttir í hálvgum tvey og tríggjar minuttir yvir hálvgum tvey, í 17 minuttir, ringir sama fólk 28 ferðir til telefonina hjá Pidda. Avbrotið verður 26 ferðir og tvær ferðir ringir út. Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum tvey verður telefonin sløkt. Klokkan fimm minuttir yvir tvey verður hon so tendrað aftur. Hon verður ikki sløkt, men fer av netinum, antin tí hon er oyðiløgd ella, tí at battaríið verður tikið úr henni, sigur politiið.
2.februar finnur politiið telefonina uppi undir loftinum í kjallaranum í húsunum, sum ákærdi leigaði á Nesvegi.
Fyrrapartin mánadagin verður fyrrverandi kona Pidda og seinni unnusta hjá ákærda avhoyrd sum vitni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV