Stutt um ólavsøkuskránna

Um KVFTíðindi
Stutt um ólavsøkuskránna
Eins og undanfarin ár fer Kringvarpið at halda ólavsøku við fjølbroyttum innihaldi bæði í útvarpi og sjónvarpi
 
27-07-2022

Ólavsøkan í Kringvarpinum byrjar sum vant ólavsøkuaftansmorgun í útvarpinum. Tá senda vit beinleiðis allan fyrrapartin.

Kl. 14 verður ólavsøkan sett. Tað senda vit bæði í útvarpi og sjónvarpi. Eftir tað seta vit oman á Vestaru Vág til ársins seinasta kappróður. Ólavsøkukappróðurin verður eisini sendur beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi frá kl. 15.

Eftir tíðindini kl. 18 senda vit føroyskan dans í útvarpinum, og kl. 21 eigur ungdómurin Studio 4 við beinleiðis sending í góðar tveir tímar.

Ólavsøkudag byrjar útvarpið kl. 10 við tíðindum og barnaútvarpi. Síðani verður guðstænasta, sangur á Tinghúsvøllinum og sjálv tingsetanin. Eftir tíðindini kl. 14 er beinleiðis sending úr Studio 4, og út á kvøldið fara vit í býin við sendara í sendingini "Omaneftir og niðaneftir Vallaratúni".

Eisini sjónvarpið er við til stóru løturnar á ólavsøku. Sent verður sum sagt frá setanini, kappróðrinum, og kl. 18 ólavsøkuaftan hava vit beinleiðis sending úr býnum. Vit fáa reportasjur, prát og gott undirhald.

Aftan á ólavsøkusendingina úr býnum senda vit konsertina "Minnist tú enn" við Tórshavnar Big Band.

Ólavsøkudag byrja vit klokkan 11. Vit senda guðstænastu úr Dómkirkjuni, vit síggja og hoyra vakra sangin undir Tinghúsinum. Eisini eru vit við, tá tingið verður sett.

Seinni um dagin vísa vit m.a. tveir dokumentarar, annar er um Andreu Árting og hin um Niels Juul Arge. Báðar ólavsøkudagarnar fara vit upp á gólv við spildurnýggjum upptøkum úr Sjónleikarhúsinum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763

Um kvf css