Handilsforðingarnar kunnu herðast meira

Handilsforðingarnar kunnu herðast meira
Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum kunnu verða herdar seinni til millum annað at umfata alilaks
Verða handilsforðingarnar hjá ES herdar seinni, kann talan verða um at boykotta m.a. føroyskan alilaks.
 
01.08.2013 - 09:37

Verða handilsforðingarnar herdar, kann talan verða um mjøl, lýsi og laks afturat norðhavssild og makreli. Og tað kann henda, um Føroyar ikki gera, sum ES sigur, og minkar sildakvotuna munandi.

 

Fishupdate

Millum annað bretska heimasíðan Fishupdate skrivar, at sambært semjuni um boykottið ber til at víðka handilsforðingarnar seinni.

Alilaksur er í vanda, tí sambært teimum, sum vilja hava ES at boykotta Føroyar, eru sild og makrelur í fóðrinum, sum føroyski alilaksurin fær.

Hesum hevur Havsbrún, sum ger alifóður, tó staðiliga víst aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659