Damanaki væl nøgd

Damanaki væl nøgd
ES hevur ongan annan møguleika enn at seta Føroyum handilsforðingar, tí føroyingar vilja ikki vera við til at verja sildastovnin og fiska burðardygt
Maria Damanaki er væl nøgd við handilsforðingarnar móti Føroyum.
 
01.08.2013 - 09:42

Tað sigur Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, sum fegnast um, at ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling tekur undir við uppskotinum hjá ES-ráðnum um handilsforðingar móti Føroyum.

Kommisserarnir fáa nú málið aftur
Damanaki fer nú at fáa ES-ráðnum, teimum 28 kommisserunum, málið aftur til viðgerðar. Har verður boykottið skorið til eftir teimum sjónarmiðum, sum komu á borðið á fundinum hjá ES-nevndini í gjár.

Nevndin heldur ikki, at ES-londini skulu fáa forboð móti at selja Føroyum skip og útgerð til sildafiskiskap.

 

Endaliga avgerðin tikin í august

Endaliga avgerðin um handilsforðingar móti Føroyum verður væntandi tikin nú í august, upplýsir ES. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025