Tekur undir við at útvega eitt skip aftrat til Suðuroyarleiðina

Tekur undir við at útvega eitt skip aftrat til Suðuroyarleiðina
Peningur skal setast av á fíggjarlógini í heyst til fyrireikingar, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður
Neyðugt er við einum Smyrli aftrat til Suðuroyarleiðina, og landsstýrismaðurin í samferðslumálum er fúsur at seta pening av á fíggjarlógini, sum verður gjørd í heyst.
 
07.08.2022 - 18:00

Ein Smyril afturat.

Tað er tilmælið frá strandferðslustjóranum, og nú eisini lyftið frá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjar- og samferðslumálum.

Eitt skip av somu stødd sum Smyril skal finnast aftrat til Suðuroyarleiðina, og peningur skal setast av til fyrireikingarnar á fíggjarlógini, sum verður gjørd í heyst, sigur landsstýrismaðurin.

Suðuroyingar mótmæla, at Herjólfur III skal avloysa Smyril, nú hann fer í dokk í seks vikur.

Men dokkingin kann ikki útsetast, tí so missir Smyril siglingarloyvið, sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni.

Hann skilir ónøgdina hjá suðuroyingum og mælir beinleiðis til, at ein Smyril verður keyptur afturat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

1542423

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjar- og samferðslumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860