Turkiska ákæruvaldið kannar Spotify

Turkiska ákæruvaldið kannar Spotify
Kærur eru um “særandi islamofobiskt” innihald á spælilistum hjá privatfólki
 
10.08.2022 - 14:25

Ákæruvaldið í Istanbul hevur sett í verk eina kanning av stroymingartænastuni, Spotify.

Orsøkin er, at samskiftisskrivstovan hjá turkiska forsetanum hevur fingið kærur um “særandi islamofobiskt” innihald á spælilistum hjá privatfólki.

Tað veit stjórnarvinarliga tíðindasíðan, Daily Sabah, at siga.

Kærurnar siga heitini á spælilistunum gera seg inn á átrúnað, átrúnaðarligar leiðarar og almennar tænastumenn.

Sambært óhefta turkiska dagblaðnum, Ahval, skal ein av listunum hava “sangir, ið sparka Adam út úr paradísinum”.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860