Fiskavirkisskipanin skal broytast

13.08.2022 - 13:08
InnlendisSamfelag
Fiskavirkisskipanin skal broytast
-Tørvur er á arbeiðsmegi nógvastaðni, samstundis sum fólk ganga hendur í lumma í Fiskavirkisskipanini. Tað er ein andsøgn, ásannar Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Fyrr í summar gav ALS-stýrið landsstýrismanninum í vinnumálum eitt tilmæli um ymsar broytingar í Arbeiðsloysisskipanini, eittnú at lækka inngjaldið í skipanina. Men spurningurin um framtíðina hjá Fiskavirkisskipanini er enn ósvaraður.

-Áhugamálini í ALS-stýrinum eru ymisk, og tí er verri at finna semju her, staðfestir Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður.

Tá stýrið fyri ALS fyri summarfrítíðina gav landsstýrismanninum tilmæli um broytingar í sjálvari arbeiðsloysisskipanini, so upplýsti stýrið eisini fyri Magnusi Rasmussen, at tey enn ikki vóru komin til nakra niðurstøðu um broytingar í Fiskavirkisskipanini. Tað arbeiði kravdi meira tíð. Men málið er framvegis at geva landsstýrismanninum tilmæli um broytingar í Fiskavirkisskipanini, sum kunnu koma í gildi saman við øðrum broytingum í lóggávuni fyri ALS, 1. januar 2023.

Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt. Men útreiðslurnar til Fiskavirkisskipanina eru vaksandi. Sambært ársfrágreiðingini hjá ALS hækkaðu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini við 4,6 milliónum krónum í fjør, sammett við árið fyri. Útgjaldið fór úr 20 milliónum upp í 24,4 milliónir, umframt eftirlønir og arbeiðsmarknaðargjøld. Talið av fólki, sum fingu útgjald um fiskavirkisskipanina í fjør, hækkaði eisini munandi. Úr 262 fólkum í meðal í 2020, upp í 324 fólk í meðal í fjør.

Í vár fekk landsstýrið handað eina frágreiðing um stavsfólkatørvin á vælferðarøkinum. Har var eitt av tilmælunum, at tað skal ikki bera til at ganga hendur í lumma í Fiskavirkisskipanini, meðan vælferðarøkið hevur stórt tørv á arbeiðsmegi.

-Tað eru hesi viðurskifti, vit hava tikið til okkum og nú umrøða í ALS-stýrinum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra innslag.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717