Flyta amerikanska marknaðin nærri Føroyum

Flyta amerikanska marknaðin nærri Føroyum
Møguleiki verður eisini at flúgva til aðrar fjarskotnar marknaðir, sigur nevndarformaðurin í FarCargo, sum fer undir farmaflutning í heyst
Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti og nevndarformaður i FarCargo.
 
15.08.2022 - 13:16

Við einari beinleiðis farleið millum New York og Vágar, verður amerikanski marknaðurin knýttur munandi nærri tí føroyska, men møguleiki er eisini at flúgva til aðrar fjarskotnar marknaðir.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti og nevndarformaður í FarCargo, sum fer at flyta laks til USA fyri Bakkafrost.

Flogfar er keypt, og flúgvingin byrjar í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15082022_-_Regin_um_FarCargo

 

Farmaflogfarið er 29 ára gamalt. Í løtuni verður flogfarið dagført og umvælt, so tað er klárt at fara í flúgving í heyst. 

 

Farmaflogfarið hjá FarCargo fer at flúgva í heyst. (Mynd: FarCargo)

 

FarCargo søkir nú eftir flogmanning. Sí lýsing her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655