- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heiðrik: Trý videoløg, eg hevði ynskt, eg hevði gjørt
29 ára gamli Heiðrik á Heygum hevur eftirhondini eitt virðingarvert katalog av videoløgum á baki. Umframt at gera sjónbond til sín egna tónleik, hevur hann eisini arbeitt við eitt nú Eivør, Byrta, Sakaris og Bloodgroup. Men hvaðani kemur serligi tørvurin at leggja myndir til tónleik frá? Hvør vakti av fyrstani tíð áhugan hjá Heiðriki fyri sjónbondum? Vit hava biðið Heiðrik valt trý sjónbond, sum hann hevði ynskt, at hann sjálvur hevði gjørt.
Eg havi valt trý videoløg hjá Björk, tí hon av tilvild (ella?) hevur arbeitt saman við teimum filmstjórunum, ið mær dámar best. Eg dugi heldur ikki at ímynda mær nakran genialari enn Björk at arbeiða við, tí eg trúgvi hon er altíð við uppá tað ringasta. Sjónbond við høgari góðsku fingu sítt frambrot í 90unum, og tað gjørdi Björk sítt til.
1. Björk: Army of Me (filmstjóri: Michel Gondry)
Eg minnist bara fyrstu ferð, eg sá hetta videolagið - hvussu stóra ávirkan tað hevði á meg. Eg fór í ein annan heim. Heimin hjá Björk. Björk og Michel Gondry eru eitt fantastiskt listarligt samstarv, og tey hava gjørt eitt av teimum týdningarmiklastu sjónbondunum nakrantíð. Hennara videoløg gjørdu eitt kolosalt lop í góðsku og endurdefineraðu, hvat eitt sjónband er. Uttan videoløgini trúgvi eg ikki, at Björk hevði blivið so stór, tí hon var so øðrvísi, og tað vóru ikki nógv, sum dámdi hennara tónleik. Ígjøgum videoløgini fekk hon bjóðað so nógvum innum í hennara heim, at fólk byrjaðu at skilja hana betur.
2. Björk: All is full of Love (Filmstjóri: Chris Cunningham)
Sjónbandið til “All is Full of Love” er gjørt av geniala filmstjóranum Chris Cunningham. Tíverri ger Cunningham ikki so nógv longur. Eg haldi, at hann er eitt sindur serligur og kláraði ikki rættiliga uppmerksemið, hann fekk í 90unum. Øll skýrdu hann at vera tann nýggi Stanley Kubrick, og trýstið gjørdist ov stórt hjá honum. “All is Full of Love” er eitt so vakurt sjónband og er ein vari í films/sjónbandaheiminum. Ekstremt flott og stílfult. Cunningham er ein av mínum stóru hetjum, tí hann er so stílfullur.
3. Björk: Triumph of a Heart (Filmstjóri: Spike Jonze)
Spike Jonze er genialur at gera sjónbond og filmar. Komi ikki yvir, at hann bara er 43 ár í dag. Tá hann gjørdi sítt fyrsta stóra videolag fyri Beastie Boys, "Sabotage", var hann bara 23. Òtrúligt. Hann hevur góðan sans fyri humor og dugir kortini væl at skapa okkurt tragikomiskt. Sera rørandi og surrealistiskt. Mær dámar sera væl hetta videolagið, tí tað kundi saktans verið gjørt í Føroyum. Her situr Björk í tí íslendska Sirkus, tá tað var til. Stuttligt at síggja, tí har sat eg ofta, tá eg búði í Reykjavík.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |