Flogbóltsmenninir spæla síðsta undankappingardystin

Flogbóltsmenninir spæla síðsta undankappingardystin
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum spælir sín síðsta undankappingardyst ímóti Belgia í dag. Samstundis fer landsliðið við kvinnum undir sína undankapping
Steffan Rosenlund og hinir føroyingarnir skulu spæla ímóti Belgia í dag
Mynd: Phil Freere  
 
21.08.2022 - 14:51

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum spælir sín seinasta EM-undankappingardyst í dag. Hann er ímóti Belgia í høllini á Hálsi í Havn klokkan 17.00. 

Belgia hevur tryggjar sær pláss í EM-endaspælinum, so væntað verður, at útiliðið ikki sendir sítt sterkasta lið á vøllin, skrivar Flogbóltssambandið.

Føroyar hevur tapt allar sínar dystir higartil, men á útivølli ímóti Estlandi seinast vóru kortini glottar at hóma og settúrslitini vóru munandi javnari hóast 3-0 tap.

Flogbóltslandsliðið við kvinnum fer undir sína undankapping í dag. Føroysku kvinnurnar hava stóra avbjóðing fyri framman á útivølli ímóti Kroatia.

- Vónirnar at vinna dystin eru ikki stórar, sigur Lars Engell, høvuðsvenjari, men vit mugu gera okkara besta og brynja leikararnar til slíkar dystir. Hetta skal so gera føroysku leikararnar klárar at møta lutfalsliga veikari mótstøðu seinni í kappingini og har møguliga vinna dystir, sigur venjarin í tíðindaskrivi frá Flogbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928