Inflatiónin í Evropa er størri enn í Føroyum

Inflatiónin í Evropa er størri enn í Føroyum
Høvuðsorsøkin er, at gass- og streymprísurin er nógv dýrari á evropeiska meginlandinum
Prísurin á gassi í ES-londunum er nógv hækkaður. Í Føroyum brúka húsarhald so at siga ikki gass.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2022 - 14:46

Ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum hevur størri ávirkan á gerandisdagin á evropeiska meginlandinum enn í Føroyum, skrivar Vinnuhúsið.

Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum var 7,3 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár, samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Men í sama tíðarskeiði var inflatiónin í teimum 27 ES-londunum 9,6 prosent, ella 2,3 prosent størri enn í Føroyum.

Prísvøksturin hevur bara einaferð verið størri seinastu 20 árini, og tað var triðja ársfjórðing 2008, tá árligi vøksturin í brúkaraprísunum var 7,9 prosent.

 

Óbroyttir SEV-prísir

Størsta orsøkin til, at vøksturin í brúkaraprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum, er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar. Hetta hevur havt væl størri ávirkan á gerandisdagin í Danmark og ES enn í Føroyum. 

Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava verið óbroyttir leingi, skrivar Vinnuhúsið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232