MFS: Gleðast um ætlanirnar hjá landsstýrinum

MFS: Gleðast um ætlanirnar hjá landsstýrinum
MFS fegnast um ætlanirnar hjá landsstýrinum í sambandi við barsils- og ALS-skipanirnar. Felagið fegnast um, at arbeitt verður fyri at lesandi kunnu fáa pening úr ALS, meðan tey leita eftir arbeiði
MFS fegnast um ætlanir landsstýrisins at gera tað lættari hjá nýútbúnum føroyingum at koma heim til Føroya.
 
06.08.2013 - 11:02

- Hetta eru ætlanir, sum veruliga kunnu gera lívið lættari hjá teimum, sum vilja búgva í Føroyum, sigur MFS.

MFS vísir á, at felagið í nógv ár hevur gjørt vart við trupulleikan hjá lesandi, sum búgva uttanlands. Hjá teimum er mangan trupult at hava tryggjað sær starv, áðrenn tey flyta heim, og tí kemur tað væl við, at tey ætlandi kunnu fáa pening í eina tíð, meðan tey leita eftir arbeiði.

Tosa saman andlit til andlits
- Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað riggar heilt einfalt ikki altíð so væl at tosa saman umvegis telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Føroyum, tekur tað eisini tíð. Hevur tú familju, ella vilt tú bara liva onkra aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum, so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, sigur formaður í MFS, Regin Berg, í tíðindabrævi.

Felagið metir, at finna ALS og landsstýrið hinvegin fram til eina loysn, sum ger at føroysk lesandi fáa pening úr ALS – bara í nakrar mánaðir um ikki annað – so gerst alt so nógv lættari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179