Fiskiskapurin í løtuni

Fiskiskapurin í løtuni
Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí í løtuni, meðan fimm trolarapør fiska. Trolbátarnir eru úti, tað eru tvey garnaskip eisini
Ein trolbátur er á landleiðini, ein er á Skeivabanka, ein er á Íslandsrygginum og so tveir norðanfyri
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2022 - 13:56

Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí í løtuni, men væntandi fer okkurt skip út um vikuskiftið, og somuleiðis fiska seks frystilínuskip undir Føroyum.

Fiskamarknaður Føroya roknar við, at okkurt av skipunum fer at landa seinni í vikuni.

Fimm trolarapør eru til fiskarí, og koma tey flestu at landa í vikuni, sum kemur.

Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, og tað fimta parið fiskar svartkalva, meðan tvey fiska gulllaks.

 

Garnaskipini landa í vikuni

Ein trolbátur er á landleiðini, ein er á Skeivabanka, ein er á Íslandsrygginum og so tveir norðanfyri.

Allir koma inn at landa í vikuni, og Fiskamarknaðurin veit at siga, at tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa.

Tvey garnaskip, sum fiska svartkalva, hava brúkiligt fiskarí, men hjá tveimum, ið fiska havtasku, er fiskaríið misjavnt.

Øll garnaskipini landa í vikuni.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur væntandi at landa fyrst í komandi viku.

Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.

Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður gott, so helst verður nakað av útróðri, tó at fiskamarknaðurin ikki væntar tað stóra fiskaríið.


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928