Útnorðurráðið viðger støðuna hjá teimum ungu

Útnorðurráðið viðger støðuna hjá teimum ungu
Ráðið hevur ársfund í Nuuk í hesum døgum
Útnorðurráðið hevur sín 38. ársfund í Nuuk.
 
31.08.2022 - 08:52

Ungdómurin var á skránni fyrsta dagin hjá Útnorðurráðnum, sum hevur sín 38. ársfund í Nuuk í løtuni.

Útnorðurráðið mælir landsstýrunum í Grønlandi og í Føroyum og stjórnini í Íslandi til, at tey landsstýrisfólkini og teir ráðharrar, sum varða av teimum ungu, hittast næsta ár at tosa um støðuna hjá teimum ungu í teimum trimum londunum.

Endamálið er at finna felags avbjóðingar og tosa um felags loysnir.

Ársfundurin byrjaði í gjár.

Tá hildu Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Vivian Motzfeldt, sum hevur uttanríkismálini í grønlendska landsstýrinum, røðu um samstarv við grannarnar hjá Útnorðri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974