Vísir ákærum frá oljustjórum aftur

Vísir ákærum frá oljustjórum aftur
Tað ber til at brúka Brent at samanbera við, tá ræður um oljuprísir, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum
Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2022 - 10:53

Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum, vísir aftur ákærunum frá oljustjórunum í Magn og Effo, um at Kappingareftirlitið ikki kann nýta Brent-skrásetingina, tá ið brentprísurin á altjóða marknaðinum verður samanborin við útsøluprísir hjá oljufeløgunum í Føroyum.

Í skrivi vísir hann hesum aftur.

Tað var fyri einari viku síðani, at Terje Sigurðsson segði soleiðis í útvarpstíðindunum: 

 

01092022_-_Terje_til_net_1

 

Oljustjórarnir, Janus Thomsen, stjóri í Effo, og Finn Jakobsen, stjóri í Magn, vóru skjótir at vísa hesum aftur:

 

01092022_-_Oljustjorar_til_net

 

Men Terje Sigurðsson vísir í skrivinum á, at tað ber væl til at nýta Brent til samanberingar. Og hann heldur eisini at oljufeløgini taka ov nógv fyri oljuna.

Hann nevnir eitt dømi:

"Vit hava um dagarnar gjørt eina kanning av, hvørjir avsláttir verða givnir føroyskum fiskiskipum, og vísir kanningin, at vanligt er við einum avsláttri uppá millum 1,25 og 1,29 kr/ltr.

Um føroyska húsarhaldið fylti 1.000 ltr. av gassolju á tangan í dag hevði tað kostað 11.800,00 kr

Um føroyska húsarhaldið hevði fingið veitingina fyri sama prís sum skipini, hevði prísurin fyri 1 000 ltr. verið 10.190 kr. Ein sparing uppá 1.610,00 kr.

- Tað eru eisini pengar," skrivar deildarstjórin í Kappingareftirlitinum, skrivar deildarstjórin í Kappingareftirlitinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873