Oljuprísurin kemur væl við hjá Atlantic Petroleum

Oljuprísurin kemur væl við hjá Atlantic Petroleum
Partabrævið í felagnum hækkaði 11 prosent í morgun
Oljuprísurin ger góðan mun hjá Atlantic Petroleum.
 
01.09.2022 - 15:12

Tað kemur væl við hjá lítla føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum, sum hevur ligið tungt í sjónum, at oljuprísurin er høgur, og nú úrslitið fyri fyrra hálvár í ár varð kunngjørt í gjarkvøldið, er greitt, at 7,7 mió kr. liggja eftir í vinningi, skrivar Vp.fo.

Teimum tíðindunum tóku íleggjararnir væl ímóti í morgun, og sendu partabrævið góð 11% upp, men nú er virðið minkað nakað aftur.

Høvuðsaktivið hjá Atlantic Petroleum er ein ognarlutur í Orlandofeltinum, sum hevur ligið stilt í eina tíð, men nú er farið at framleiða olju aftur.

Eginognin hjá Atlantic Petroleum er negativ við umleið 90 mió kr., og skuldin er umleið 60 mió kr., skrivar felagið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325