Annika fyri kvotu í uppstilling

03.09.2022 - 18:33
Innlendis›Politikkur
Annika fyri kvotu í uppstilling
- Politisku flokkarnir áttu at havt so frægt av sjálvsaga, at teir stillaðu líka nógvar kvinnur sum menn upp á listarnar, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen, sum hevur drúgvar royndir í politikki, mælir til at seta kynskvotur á, so javnstøða er longu í uppstillingini til tey ymsu valini.

- Politisku flokkarnir áttu at havt so frægt av sjálvsaga, at teir stillaðu líka nógvar kvinnur sum menn upp á listarnar. Funnu flokkarnir bara fimm kvinnur, so skuldu teir heldur ikki stillað meira enn fimm menn upp á sama lista.

Tað sigur Annika Olsen, ið var ein av fýra kvinnum í politikki, sum seinnapartin sat við eitt pallborð á fundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har evnið “Kvinnur í politikki” var til umrøðu.

Hinar við pallborðið vóru Ingilín Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Hervør Pállsdóttir.

Trupulleikin í Føroyum er, at kvinnurnar eru ov illa umboðaðar - bæði, tá ið stillað verður upp til val - og tá ið valt verður. Evnið er ikki minst viðkomandi, nú eitt fólkatingsval nærkast og eitt ár er eftir til næsta løgtingsval og tvey ár til næsta kommunuval.

Annika Olsen, sum hevur drúgvar royndir í politikki sum løgtingskvinna, landsstýriskvinna, býráðslimur og borgarstjóri, mælir til at seta kynskvotur á, so javnstøða er longu í uppstillingini til tey ymsu valini.

Í samrøðuni, ið kann hoyrast omanfyri, gevur sítt boð uppá, hví kvinnurnar eru so fáar í politikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890