- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdi leyg um húsakeypið á Gerðisvegi
Ákærdi leyg um húsakeypið á Gerðisvegi
Ákærdi maðurin í Piddamálinum sigur, at hann skrivaði til unnustuna á Facebook um húsakeypið, men tað var alt lygn, viðgekk hann í rættinum í dag
08.11.2012 - 10:59
Ákærdi maðurin í Piddamálinum tók í nevningatinginum fyrrapartin uppaftur, at hann hevur ikki dripið Dánjal Petur Hansen, sum hann er ákærdur fyri.
Ákærin, Linda Hesselberg, nýtti høvi at spyrja spurningin, tí ákærdi beint frammanundan hevði svarað, at hann hevði logið um, at hann hevði samband við advokatar og onnur at hjálpa sær keypa húsini á Gerðisvegi í Runavík, sum Piddi búði í.
Ákærin spurdi, um tann ákærdi eisini hevði logið, tá hann hevði svarað, at hann hevur ikki dripið Pidda. Men ákærdi tók uppaftur, at hann hevur ikki dripið Dánjal Petur Hansen.
Ætlaði at keypa konuna út
Ákærdi og unnusta hansara, fyrrverandi kona Pidda, ætlaðu at keypa eini húsi á Mýrivegi í Runavík í september í fjør, men tað eydnaðist ikki. Hóast Piddi og konan vórðu skild, varð búgvið ikki gjørt upp, og Piddi bjóðaði fyrrverandi konu síni 115.000 krónur fyri at keypa hana út. Men hon tók ikki av. Seinni bjóðaði fyrrverandi konan Pidda somu upphædd fyri at keypa hann út úr húsunum, men svar kom ongantíð.
Samstundis skrivaði ákærdi á Facebook og sms til unnustu sína, at hann saman við advokatum og øðrum arbeiddi við at keypa húsini á Gerðisvegi.
Alt var lygn
Men ákærdi viðgekk í rættinum fyrrapartin, at alt hann hevði skrivað á Facebook og sms um húsakeypið, var lygn. Hann hevði gjørt tað fyri at ugga unnustuna, tí tey høvdu skeldast illa, segði hann í rættinum.
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hon ætlar at vera liðug at avhoyra ákærda á middegi. Seinnapartin fer verjin, Anfinn V. Hansen, at spyrja ákærda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV