Samgongan tingast um Skálafjarðartunnilin

bannari
Samgongan tingast um Skálafjarðartunnilin
Meiriluti er ikki í samgonguni fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard. Tí er samgongan boðsend at koma á fund seinnapartin. Høvuðsspurningarnir verða, um Skálafjarðartunnilin skal gerast sum privat ella almenn verkætlan og um Sandoyartunnilin skal vera leysur av Skálafjarðarverkætlanini ella ikki
Samgongan tingast í dag um ætlanina hjá Kára P. Højgaard um Skálafjarðartunnilin. Ósemja er í samgonguni um uppskotið.
 
08.08.2013 - 14:44

Undan samgongufundinum seinnapartin hava samgongufólk fingið eina staðiliga áheitan frá Bjarna Djurholm í Fólkaflokkinum og Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum um IKKI at taka undir við privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard.

Teir báðir løgtingsmenninir hava sent samgongufólki skriv, har sagt verður, at prísurin at koyra ígjøgnum Skálafjarðar-tunnilin kann gerast nógv hægri enn tað, sum er neyðugt fyri at gjalda byggikostnaðin, tí privata tunnilsfelagið tekur sær órímiliga høgan vinning fyri at gera íløgna.

Atfinningarsamir tingmenn
Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen eru eisini sera atfinningarsamir um, at sáttmálin millum Landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners er loyniligur - og teir spyrja, hvat Fólkatingið hevði sagt, um tað ikki slapp at síggja sáttmálarnar, sum ein ráðharri gjørdi um arbeiðið at byggja brúnna um Oyrasund.

Men teir báðir halda seg tó vita so mikið, at danska felagið í sáttmálanum um Skálafjarðartunnilin hevur tryggja seg væl, meðan landsstýrið ikki í sama mun hevur útvegað sær trygd fyri, at arbeiðið verður gjørt innan fyri rímiliga tíð, hvør prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin verður, og nær hann skal avhendast landinum.

Alment tunnilsfelag
Staðin fyri skjóta Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen upp, at stovna eitt alment tunnilsfelag við einum kapitali uppá eina hálva milliard krónur, at koyra allar undirsjóvartunnlarnar í nýggja felagið og at lata tí felagnum upp í hendur at byggja bæði Skálafjarðar-tunnlinum og Sandoyartunnlinum.

Vágatunnilin og Norðoya-tunnilin skulu IKKI uppí nýggja felagið, fyri at bummgjøldini í teimum báðum tunnlunum skulu fíggja íløgurnar í nýggju tunnlarnar. Men frívirðið í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum skal brúkast til at fáa bíligari lán, enn tey annars høvdu verið, siga teir báðir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846