Talgildar samráðingar um makrel

Talgildar samráðingar um makrel
Í dag og í morgin eru samráðingar millum strandarlondini um makrelbýtið. Samráðingarnar eru talgildar, tí bretar vildu ikki hava samráðingarnar í landinum, nú drotningin doyði
Samráðingarnar millum strandalondini um makrelbýtið eru talgildar, tí bretski formansskapurin vildi ikki hava samráðingarleiðararnar til Bretlands, nú drotningin doyði
Mynd: Savnsmynd  
 
12.09.2022 - 11:25

Samráðingarnar um makrelbýtið millum strandalondini skuldu vera í Edinbourg í dag og í morgin.

Men tær vera talgildar, tí bretar, sum hava formansskapin í samráðingunum nú, vildu ikki, at samráðingarfólkini komu til Bretlands, nú drotningin doyði.

 

Miðja eftir semju í 2023

Næsta samráðingarumfar verður í Íslandi seinni í september, og londini miða eftir at fáa semju um makrelbýtið í 2023 í seinasta lagi á ársfundinum fyrstu vikuna í oktober.

Tann fundurin verður í London.

 

Hava avtalu við Noreg

Føroyar hava gjørt avtalu við Noreg um makrelfiskiskap.

Avtalan sigur, at føroysk skip sleppa í norskan sjógv eftir makreli, og norsk skip sleppa í føroyskan sjógv eftir makreli.

Avtalan er ikki komin heilt undir land, so Fiskimálaráðið vil ikki enn upplýsa, hvussu nógv tons, hon umfatar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527