Fiskivinnuavtala kann seta Føroyar í ringt ljós

Fiskivinnuavtala kann seta Føroyar í ringt ljós
Tað metir danski serfrøðingurin í altjóða viðurskiftum, Flemming Splidsboel Hansen. Fyrrverandi, føroyski samráðingarleiðarin, Árni Olafsson, væntar tó ikki stórar rembingar
13.09.2022 - 19:22

Meðan ES fyrireikar nýggj tiltøk móti Russlandi, gera Føroyar seg til reiðar at sessast aftur við samráðingarborðið um nýggjan fiskivinnusáttmála við júst Russland. Timingin er óheppin, metir danski serfrøðingurin í altjóða viðurskiftum, Flemming Splidsboel Hansen.

Í Degi & Viku hóskvøldið segði Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at samráðingar vera við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2023.

Flemming Splidsboel Hansen vísir á, at hóast Føroyar ikki gera beinleiðis ímóti tiltøkunum hjá ES, so kann myndin av Føroyum í nøkrum ES-londum gruggast - og fáa tey til at reagera. 

Árni Olafsson var við til fyrstu fiskivinnusamráðingar millum Føroyar og táverandi Sovjetsamveldið, afturi í 1977. Hann heldur, at retorikkurin er broyttur nógv hesi árini. Føroyar eiga at fylgja neyvt við, hvat Norra ger, sigur Árni Olafssson.

Og tað er púra greitt, at Norra fer hvørki at slíta ella broyta sítt fiskivinnusamstarv við Russland. Tað sigur Jógvan Hugo Garder, journalistur í Norra.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961