Donsku venjararnir uppsagdir

Donsku venjararnir uppsagdir
Donsku venjararnir hjá føroysku flogbóltslandsliðunum, Jens Bang og Lars Engell, sleppa ikki at halda fram. Flogbóltssambandið vil, at venjararnir búgva í Føroyum
Jens Bang er ikki longur venjari hjá føroysku flogbóltsmonnunum
Mynd: CEV  
 
15.09.2022 - 13:38

Donsku venjararnir hjá føroysku flogbóltslandsliðunum eru uppsagdir. 

Flogbóltssamband Føroya boðar frá, at samstarvið við Jens Bang og Lars Engell er steðgað.

Jens Bang hevur seinasta árið verið høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum og U19-landsliðnum við monnum, meðan Lars Engell síðan 2019 hevur staðið á odda fyri somu liðnum hjá kvinnum.

Sambært Flogbóltssambandinum er tað serliga eitt ynski um, at landsliðsvenjararnir skulu búgva í Føroyum, sum ger, at Jens Bang og Lars Engell ikki sleppa at halda fram.

 - Hetta er meira praktiskt og er hartil eisini bíligari, sigur flogbóltssambandið. 

FBF hevur gjørt samstarvsavtalu við altjóða flogbóltssamgonguna, FIVB, um serfrøðingahjálp til menning av føroyska landsliðsarbeiðnum. Talan er um sonevndar High Performance Managers, sum FIVB skal stuðla FBF við.

 - Tí hevur tað eisini týdning, at tann serfrøðin, sum føroyskur flogbóltur fær burtur úr hesum verður verðandi eftir í Føroyum - bæði á leikarasíðuni men eisini á venjarasíðuni, sigur FBF.

Boban Ilic, sum hevur spælt og vant flogbólt í Føroyum seinastu 22 árini, verður høvuðsvenjari hjá føroysku flogbóltsmonnunum, og Christian Imhoff heldur fram sum hjálparvenjari.

Leitað verður eftir einum venjaratoymi til kvinnurnar. Kristian Mikkelsen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá landsliðnum við kvinnum, skal í fyrstu syftu hjálpa til við kappingum hjá U17- og U19-landsliðnum við kvinnum, sum tær skulu til í næstum.

Bæði landsliðini hava í ár verið við í sínum fyrstu CEV-undankappingum. Bæði liðini endaðu aftast í sínum bólki. 


Lars Engell hevur verið venjari hjá landsliðnum við kvinnum síðan 2019
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119