Ógvusligar ákærur um óreiðiligan journalistikk

Um KVFBloggur
Ógvusligar ákærur um óreiðiligan journalistikk
Dagur og vika og ein navngivin journalistur eru løgd undir at gera eina søgu móti betri vitan – sum er beinleiðis ósatt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09/15/2022 - 15:59

Nakað av kjaki hevur verið um okkara dekning av málinum um ein sjúkling, sum í eitt ár hevur bíðað eftir nýggjari mjødn.

Vit gjørdu eitt innslag um hetta í Degi og viku fríggjakvøldið 9. september, har sjúklingurin greiddi frá síni støðu. Vit fylgdu síðan upp við eini beinleiðis samrøðu við Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, sum millum annað segði læknatrot vera orsøk til støðuna, sjúklingurin var komin í.

Mánakvøldið 12. september fylgdi Dagur og vika upp og gjørdi samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, har hann harmaðist um støðuna, tosaði um felags bíðilista, og at sjúkrahúsini ikki samstarvaðu nóg væl.

Týskvøldið 13. september fylgdi Dagur og vika aftur upp á málið og kundi siga frá, at leygardagin eftir innslagið í Degi og viku hevði sjúklingurin fingið boð um, at hon hevði fingið tíð til skurðviðgerð. Vit høvdu aftan á innslagið Alexandru á Dul sum gest í sjónvarpsstovuni. Tá sigur hon brádliga, at journalisturin var ”tilvitaður” um, at ein ætlan fyrilá fyri sjúklingin. Seinni hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, inni á Facebokk hesa viðmerking:  ”Hatta var ikki ein søga, hon skuldi framat állígavæl, KVF visti at hon slapp framat í viku 35.”

Hetta eru rættiliga grovar ákærur móti Degi og viku og journalistinum, sum eru løgd undir at gera eitt innslag móti betri vitan. Tað er serstakliga óheppið, tá bæði ein landsstýrismaður og sjúkrahússtjóri standa sum avsendarar.

Áðrenn innslagið varð sent fríggjakvøldið, bað Alexandra á Dul okkum bíða við innslagnum, men uttan at grundgeva fyri hví. Hetta vildu vit sosatt ikki, tí vit sóu onga orsøk til tað. Tá Dagur og vika so er byrjað, innslagið er klárt at senda, og journalisturin ger seg klára til beinleiðis samrøðu við Alexandru á Dul úr Klaksvík, sigur Alexandra á Dul, at “hon fer at sleppa framat nú”. Einki meira. Tá hava vit samskift við Alexandru á Dul henda dagin, uttan at hon nevnir fyri okkum, at ein loysn fyriliggur – hon sigur heldur einki við sjúklingin, og hon sigur heldur einki í beinleiðis samrøðuni.

Her eru nógvar forkláringar, sum hanga illa saman. Men tað er eitt, sum stendur eftir – journalisturin í Degi og viku gjørdi einki innslag móti betri vitan. Tað er ein serstakliga grov ákæra hjá einum sjúkrahússtjóra og landsstýrismanni at koma við, og vónandi hendir tað ikki aftur.

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418

Um kvf css