- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Tú kennir kanska tær siðvenjurnar, sum ofta taka seg upp, tá ið ein gongur á miðnámi.
Trappustreykur, temaveitslur og tann sokallaði straffbarlistin fáa kanska eina klokku at ringja í tínum høvdi. Men hví hava vit siðvenjur? Og er tað ikki ein farin tíð at døma onnur eftir útsjónd? Í dag viðger Vetrarbiit siðvenjur á miðnámsskúlum.
Gestir vóru:
Fía Winter Poulsen og Mattias Nolsøe Isaksen frá næmingaráðnum á Glasi, og Katrin av Kák, sálarfrøðingur.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir gjørdu sendingina.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.