- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Summi halda, at øll fáa ein bókstav í dag, men er tað sætt? Svend Brinkmann, ið er professari í sálarfrøði, heldur, at vit í dag hava eitt diagnosu samfelag, har ov mong fáa staðfest eina sálarsjúku.
Vetrarbiit prátar við Anniku Helgadóttir Davidsen, sum er sálarfrøðingur. Hon sigur, at vit hava eitt diagnosu samfelag, men hon heldur ikki, at tað er negativt.
Ein, sum hevur fingið staðfest eina sálarsjúku seint, er Thora Eyðunsdóttir Marr. Í fjør fekk hon staðfest ADHD, sum 42 ára gomul.
Nøkur, sum varpa ljós á sálarheilsuna í Føroyum, eru Sinnisbati. Gunnhild Perrson umboðaði tey.
Fríði Djurhuus, Marianna Nagata og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir gjørdu sendingina.