- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Vit eru helst mong, sum kenna onkran, ið hevur ilt í búkinum. Her sipa vit í Vetrarbiit ikki til fólk við búkilsku, ovurviðkvæmi ella okkurt triðja, men kroniskar tarmbrunasjúkur.
Tað vísur seg, at føroyingar hava sera ilt í búkinum, tí vit hava hægsta títtleika í heiminum, tá ið tað snýr seg um tarmbrunasjúkur: Hvussu ber tað til?
Vit práta við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá um júst hetta. Hon er mýlalívsfrøðingur og hevur granskað í tarmsjúkum.
Í Føroyum hava vit ein felagsskap sum eitur Colitis Crohn Felagið. Um felagsskapin hava vit fingið Óluva Hermansen, forkvinna, at práta um teirra virksemi.
Asta av Vollanum hevur Crohn tarmbrunasjúkuna. Hon greiðir frá um hennara lív við sjúkuni; hvussu tað er at vera kronisk sjúk, hava stomi og hvussu stóran týdning CCF hevur.
Eyðfinn Bogason Lamhauge og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir hava lagt til rættis.