Hitin í sjónum kann avmarka vistfrøðina

Hitin í sjónum kann avmarka vistfrøðina
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, helt fyrilestur á Grøna konventinum í gjár
Petur Steingrund, fiskifrøðingur
 
16.09.2022 - 11:51

- Hitin í sjónum kann avmarka, hvussu nógv vistskipanin tolir. Men við einum burðardyggum veiðutrýsti ber til at bjarga nógvum.

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.

Í fyrilestri í gjár greiddi hann millum annað frá, hvørjar avleiðingar kunnu standast av øktum hita í sjónum, og um hetta fer at raka fiskasløgini, sum vit føroyingar hava liva av í øldir. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


Nú stendur betur til við toskastovninum á Føroyabanka, sigur Havstovan. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bankatoskurin um at koma fyri seg aftur

Havstovan skrivar í dag, at nakað bendir á, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur. 

Tað gevur seinasta yvirlitstrolingin hjá Jákupi Sverra, sum verður gjørd á hvørjum heysti, ábendingar um.

Væl meira var at fáa av toski enn undanfarin ár, og talan er um tosk í øllum støddum.

Tað samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. 

Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur, eftir at toskastovnurin fór niður í nærum einki í 2006.

Friðing varð sett í verk í 2008, og hýsan kom fyri seg í 2017. 

Eisini vaks nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390