Vil sleppa at byrja inni

Vil sleppa at byrja inni
Jóannes Bjartalíð er byrjaður inni tveir teir seinastu landsdystirnar, og nú vónar KÍ-miðvallarin at fáa sama álit ímóti Litava í annaðkvøld
21.09.2022 - 12:49

Jóannes Bjartalíð vil sleppa at byrja inni ímóti Litava. 

 - Nú fekk eg tveir dystir frá byrjan seinast, og eg vóni, at eg sleppi at byrja inni aftur í morgin, sigur miðvallarin.

KÍ-miðvallarin byrjaði í heimasigrinum á Litava, meðan hann við tveimum málum tryggjaði Føroyum javnleik á útivølli ímóti Luksemburg.

- Eg royni bara at gera tað so gott, sum eg kann, hvørja ferð eg spæli fyri at varðveita plássið. Tí eg vil spæla, og at spæla fyri Føroyar er ótrúliga stórt, sigur Jóannes Bjartalíð, sum hevur talst ímillum bestu spælararnar hjá KÍ hetta kappingarárið.

Vøllurin kundi verið betri

Vøllurin í Vilnius er sum skilst ikki av teimum bestu. Hann er graslíki, men undirlagið er hart.

 - Hetta er tað, sum vit kenna úr Føroyum fyrr. Tað er svart gummi og øgiliga hart undirlag, so vøllurin er ikki optimalur, sigur Jóannes Bjartalíð, sum væntar ein harðan dyst ímóti motiveraðum litavum hóskvøldið.

 - Litavar hava jú alt at spæla fyri, teir kunnu jú ikki brúka eitt tap til nakað sum helst, so eg vænti, at teir koma út sum eitt óløgi við øgiligum intensiteti frá byrjan, sigur miðvallarin, sum hevur 21 landsdystir higartil.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011