Fiskidagarnir viðgjørdir í dag

Fiskidagarnir viðgjørdir í dag
Løgtingið fer seinnapartin í dag at avgera, hvussu nógvar fiskidagar, flotin fær 1.september. Tvey broytingaruppskot eru frá Vinnunevndini
Fiskidagarnir eru til 2. viðgerð í tinginum í dag.
 
13.08.2013 - 09:52

Semja er tó um, at trolararnir missa fýra prosent av sínum døgum. 

Meirilutin, samgonguflokkarnir og Janus Rein, mælir harafturat til, at línuskipini og útróðrarbátarnir undir 15 tons missa sjey prosent av sínum døgum.

Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, heldur, at línuskipini og húkabátarnir og trolbátarnir, sum eru størri enn 40 tons, missa átta prosent av sínum døgum.

Sama dagatal
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælti til sama dagatal sum í verandi fiskiári hjá øllum.

Skerjingarnar, sum Vinnunevndin mælir til at gera, hava ongan veruligan týdning, tí nógvir óbrúktir dagar eru í øllum bólkum.

Tingfundurin í dag er klokkan 13.30. Bara fiskidagarnir eru á skránni í dag og aftur hósdagin, tá triðja viðgerð verður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923