Upplýsingar frá Google Analytics enda ólógliga í USA

Upplýsingar frá Google Analytics enda ólógliga í USA
Viðgerðin av persónsupplýsingum er ikki sambærilig við okkara dátuverndarlóg, sigur stjórin í Dátueftirlitinum
Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum.
 
27.09.2022 - 12:20

Dátueftirlit í fleiri evropeiskum londum hava kannað Google Analytics, og niðurstøðan er, at viðgerðin av persónsupplýsingum, sum fer fram, tá heimasíður brúka hetta amboðið, ikki uttan víðari er sambærilig við dátuverndarlóg.

Upplýsingarnar enda í USA.

Google er fevnt av amerikanskari lóggávu, sum gevur amerikanskum myndugleikum, m.a. løgregluni og fregnartænastum, rætt til at krevja upplýsingarnar.

Tí ber ikki til at tryggja rættindini hjá tí skrásetta á tann hátt, sum tann føroyska lógin og ES-lógin krevja. Á henda hátt verður flutningur av upplýsingum ólógligur. 

Hoyr samrøðu við Tóra Højgaard, stjóra í Dátueftirlitinum:

 

Tori_Hojgaard_-_Samroda_klipt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659