KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá Mikkjali Thomassen

KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá Mikkjali Thomassen
Nevndin í KÍ góðtekur ikki atburðin hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, sum hevur sligið og hótt fólk í býarlívinum í Havn, men samstarvið heldur fram
Nevndin hjá KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá Mikkjali Thomassen, men samstarvið heldur fram
 
27.09.2022 - 13:42

Nevndin í KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, sum leygarkvøldið 17. september sló og hótti fólk í býnum í Havn.

Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ. 

 - Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi, skrivar heimasíða felagsins.

Tað var dimma.fo, sum í gjár skrivaði, at Mikkjal Thomassen næstseinasta leygarkvøld hevði sligið fleiri fólk og hótt ein spælara hjá Víkingi við at oyðileggja yrkisleið hansara, bæði í fótbólti og borgarliga.

 

Mikkjal Thomassen harmast atburðin

- Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi, sum eg við vissu veit, at eg havi verið ófantaligur ímóti, eina treytaleysa umbering, sum viðkomandi tók ímóti, segði Mikkjal Thomassen við dimma.fo í gjár.

Nevndin í KÍ hevur fingið váttað, at venjarin hevur biðið tey, sum hann fór illa við, um umbering.

 

Fær ongar avleiðingar

Atburðurin hjá Mikkjal Thomassen fær ikki avleiðingar fyri starvið sum høvuðsvenjari hjá Betri-liðnum við monnum hjá KÍ.

- Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen, kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097