- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

1977 var eitt krútsterkt tónleikaár, har nýggjar tónleikasjangrur rekast inn á tær gomlu. Plátupanelið vitja aftur til júst árið 1977, fyri at finna plátur, ið skaraðu framúr. Panelið manna Elier Sørensen, Fróði Løkságarð og Hergeir Eldevig. Vertur er Uni Leitisstein Hansen

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











