Smyril longu avlýst fyrstu túrarnar

Smyril longu avlýst fyrstu túrarnar
Strandfaraskip Landsins boðaðu í gjárkvøldið frá, at í dag, fríggjadagin, avlýsir Smyril nakrar túrar vegna brákomið viðlíkahald
Smyril avlýsir tveir túrar í dag, fríggjadagin
Mynd: Savnsmynd  
 
30.09.2022 - 02:05

Gleðin var stór á suðuroyingum, tá Smyril aftur sást á fjørðinum, eftir at skipið hevði verið í dokk. 

Men gleðin var stokkut, tí longu nú boðar Strandfaraskip Landsins frá, at Smyril avlýsir nakrar túrar í dag, fríggjadagin. 

Talan er um túrarnar av Havnini klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 16. 

Talan er um brákomið viðlíkahald stendur skrivað inni á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, ssl.fo, men tað verður ikki útgreinað, hvat viðlíkahaldsarbeiði talan er um.

Vegna brákomið viðlíkahaldsarbeiði umborð á Smyrli verða túrarnir av Havnini kl. 13:00 og av Krambatanga kl. 16:00 ikki sigldir, fríggjadag 30. september. Kelda: ssl.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952