200.000 kr. aftrat til at telja fugl

200.000 kr. aftrat til at telja fugl
Ein fuglafrøðingur er á Fuglakanningarstøðini, sum kannar sjófuglameingið í Føroyum
Fremsta uppgávan hjá støðini er at kanna sjófuglameingið í Føroyum og kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.
 
03.10.2022 - 08:50

Fleiri pengar vera til at telja fugl næsta ár. 

200.000 kr. vera játtaðar aftrat til Fuglakanningarstøðina í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár, so játtanin fer upp í 948.000 kr.

Tær 200.000 krónurnar skulu brúkast til at betra um trygdina hjá fuglafrøðinginum. 

Ein fuglafrøðingur er á Fuglakanningarstøðini.

Fremsta uppgávan hjá støðini er at kanna sjófuglameingið í Føroyum og kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.

 

Játtanin til upplýsing um grind hækkar 100.000 kr.

 

Fiskivinnuroyndir og grind

Fiskivinnuroyndir fáa eina millión aftrat, so játtanin fer upp í fimm milliónir krónur. 

Og játtanin til upplýsing um grind hækkar 100.000 krónum og verður næsta ár 170.000 krónur. 

Pengarnir skulu brúkast til at gera upplýsandi tilfar um grind og arbeiðið hjá NAMMCO, sum er nevndin fyri samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðuratlantshavi.

Teir skulu eisini brúkast til at betra um grindarakstur og drápshátt og til verkætlan hjá NAMMCO at menna nýggjar fylgisveinasendarar til hval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303