Granskarar og leikfólk í vísindasiðsemisnevndina

Granskarar og leikfólk í vísindasiðsemisnevndina
Lógin um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligari gransking er nú dagførd í Føroyum, so vit hava somu lógina, sum kom í Danmark fyri tveimum árum síðani
Granskarar og leikfólk skulu í vísindasiðsemisnevndina sambært dagførdu lógini.
 
15.08.2013 - 09:44

Landsstýrið bað stjórnina seta lógina í gildi í Føroyum eisini, og í mai í ár samtykti løgtingið lógina, sum kemur í staðin fyri lógina frá 1999.

Lógin, sum er galdandi í Føroyum, er lagað til føroysk viðurskifti, har tey ikki eru tey somu sum í Danmark.

Meta um – og geva loyvi
Sambært lógini skal ein vísindasiðsemisnevnd meta um og geva loyvi til gransking á heilsuøkinum.

Nevndin, sum nú er, heldur fram til landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt nýggja nevnd. Arbeiðið at velja nýggja nevnd er byrjað, upplýsir Heilsumálaráðið. 

Í nýggju lógini eru ikki somu ásetingar sum í gomlu lógini um, hvussu nevndin skal mannast.

Í nevndini skulu vera granskarar og leikfólk.

Í verandi Vísindasiðsemisnevnd eru tveir yvirlæknar, tveir studentaskúlalærarar, ein prestur, ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein kommunulækni. Gunhild Ísfeldt, lækni, er forkvinna í nevndini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846