Eitt slag av løðarastikki í Evropa um tvey ár

Eitt slag av løðarastikki í Evropa um tvey ár
ES hevur samtykt, at um tvey ár verður bara eitt slag av løðarastikki í ES
USB-C løðarastykkið verður standardurin í ES-londunum um tvey ár, og hann er nummar tvey frá høgru
Mynd: Shutterstock.com  
 
04.10.2022 - 18:31

Nú sleppa vit undan at hava fleiri sløg av løðarum til eitt nú fartelefonir.

ES hevur samtykt, at um tvey ár verður bara eitt slag av løðarastikki í ES.

Allar fartelefonir, teldlar og myndatól, sum skulu seljast í ES, skulu frá á vári 2024 hava standard løðarastikk. 

Tað skrivar Reuters.

Uppskotið hevur verið leingi í umbúnað, men í dag er tað endaliga samtykt í ES-tinginum.

 

USB-C-portrið

Talan er um USB-C-portrið, sum longu er í nógvum snildtelefonum, tráðleysum teldum, smátalarum og øðrum elktroniskum eindum.

Fyri Appel merkir hetta, at felagið skal gera broytingar, um tað framvegis vil selja sínar telefonir á evropiskum marknaðum.

Tøknirisin hevur nakrar vørur við USB-C-portrinum, sum ES krevur.

Endamálið við lóggávuni er at minka um nógva elektroniska burturkastið.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360