Bárður hittir Støre mikudagin

Bárður hittir Støre mikudagin
Løgmaður og norski forsætisráðharrin fara m.a. at viðgera fiskiveiðusamstarvið, sum bæði londini hava við Russland
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 
10.10.2022 - 13:53

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer til Noregs í morgin, og hann fer at hava fund við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, mikudagin.

Løgmansskrivstovan boðar frá, at farið verður til Oslo í morgin, og at fundurin teirra millum er mikudagin. 

Á fundinum fara løgmaður og forsætisráðharrin millum annað at viðgera, hvussu Føroyar og Noreg kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Eisini fara teir at umrøða fiskiveiðusamstarvið, ið bæði Føroyar og Noreg hava við Russland.

Fundurin verður fyrrapartin í Statsministerboligen, sum er almenni bústaðurin hjá norska forsætisráðharranum.

 

Jonas Gahr Støre er norskur forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329