Landsstýrið fyrireikar mótspælið móti ES

Landsstýrið fyrireikar mótspælið móti ES
Í dag fer landsstýrið at seta hart móti hørðum móti ES, sum væntandi síðst í hesum mánaðinum fer at seta forboð fyri at innflyta norðhavssild og makrel úr Føroyum
Landsstýrið fyrireikar nú endaliga mótspælið móti samtyktini hjá ES um handilsstongsul móti Føroyum.
 
16.08.2013 - 09:42

Landsstýrið fer at biðja ein altjóða gerðarrætt avgera, um ES kann loyva sær at boykotta Føroyar.

Løgmaður fekk fyri einum góðum mánaða síðani sjey milliónir krónur at keypa sær serkunnleika at hjálpa landsstýrinum við at fyrireika gerðarættarmálið.

Fyrireika mótspælið
Nú handilsforðingarnar nærkast av álvara, er landsstýrið eisini farið undir at leggja síðstu hond á sítt mótspæl.

Tá landsstýrið hevur lagt málið fyri altjóða gerðarrætt, og tað verður, sum Útvarpið skilir, gjørt í dag, fær tað sum skilst steðgandi virknað. Og so kunnu tiltøkini hjá ES neyvan setast í verk, so leingi gerðarrætturin situr.

Havrættarsáttmálin
Altjóða gerðarrætturin, sum Føroyar fara at heita á, er partur av Havrættarsáttmálanum hjá ST.

Nakrar fáar dagar eftir at handilsforðingarnar væntandi eru komnar, hittast samráðingarfólkini hjá strandarlondunum í London at tosa um, hvussu norðhavssildin skal býtast næsta ár. Tann fundurin verður 2. og 3.september.   

Fiskivinnu- og alinevndin hjá ES samtykti 31.juli at seta Føroyum handilsforðingar.

Stórur meiriluti fyri resving
268 atkvøður vóru fyri at revsa Føroyar og 17 ímóti. Lond, sum hava 68 atkvøður tilsamans, atkvøddu ikki. Fyri at verða samtykt skuldi uppskotið hava minst 260 atkvøður av teimum 352 atkvøðunum hjá teimum 28 londunum í ES, so meirilutin fyri at boykotta Føroyar var bara níggju atkvøður.

Danmark, sum hevur sjey atkvøður, atkvøddi nei. Og tað gjørdi eittans annað land eisini. Bulgaria, sum hevur tíggju atkvøður,  atkvøddi eisini ímóti handilsforðingunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk 17.oktober 2024
180803
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk:Markus Vanhala um Nordic Gothic
180802
Hósdag 17. oktober
«Ein maður átti eitt fikutræ...»
182221
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk: Dan Lorenzo um Visioning
180799
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110