Myndir: Sofía fann friðin millum djórini í Elduvík

Myndir: Sofía fann friðin millum djórini í Elduvík
- Eg skilji betur djór enn menniskju, sigur Sofía Thorsvig Kajsdóttir í dokumentarinum Sofía & djórini, sum verður sendur hóskvøldið
 
16.10.2022 - 19:00

Hóskvøldið eftir Dag og Viku sendir Kringvarp Føroya ein forvitnisligan dokumentar, sum nevnist Sofía & djórini.

Í dokumentarinum fylgja vit Sofíu Thorsvig Kajsdóttir, sum rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á; og nú hevur funnið friðin í Elduvík, har hon hevur fingið sær ein djóragarð.

Djóragarðurin er á trøðni, sum familjan eigur longur inni í dalinum - einar 100 metrar frá bygdini.

Hvønn morgun, hvønn seinnapart og hvørt kvøld vitjar Sofía djórini. Oftast hevur hon báðar hundarnar við sær.

Djórini fylgja Sofíu trúføst, tá hon gongur longur oman eftir trøðni at geva teimum.

Næstan øll djórini hava nøvn. Hesin ungi hanin eitur Sangfuglur. Tann vaksni hanin eitur Pavarotti.

Kalkunirnar hava tó eingi nøvn. Tí tað er vónleyst at síggja mun á teimum.

Sofía kannar, um dunnurnar hava vorpið.

Sofía hevur altíð elskað djór. Men tað var ikki fyrr enn korona brast á, og hon var flutt aftur til Elduvíkar, at hugskotið um ein djóragarð spretti.

Sendingin Sofía & djórini verður send hóskvøldið kl. 19.25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860