50 metrar av gassleiðingini eru burtur

50 metrar av gassleiðingini eru burtur
Svenska blaðið Expressen hevur myndir av leivdum av Nord Stream 1-gassleiðingini, sum sløðast á botninum
50 metrar av Nord Stream-gassleiðingini eru burtur.
Mynd: Expressen.se  
 
18.10.2022 - 08:57

Fríggjadagin steðgaði lekin á gassleiðingunum Nord Stream í Eystrasalti, og síðani var farið at kanna skaðan nærri.

Svenska blaðið Expressen gjørdi avtalu við norska felagið Blueye Robotics, sum sendi eina undirsjóvardronu at kanna skaðan.

Ein av myndunum vísir leivdir av Nord Stream 1-gassleiðingini, sum sløðast eftir botninum á 80 metra dýpi. Myndin vísir eisini, at 50 metrar av leiðingini eru burtur.

 

Yvirgangur

Nord Stream 1 og 2-gassleiðingarnar ganga úr Russlandi til Týsklands og fara gjøgnum bæði danskan og svenskan sjógv. 

28. september var staðfest, at báðar gassleiðingarnar vóru farnar at leka, og skjótt var eisini staðfest, at talan ikki var um vanligan leka, men yvirgang.

Enn er ikki greitt, hvør hevur ábyrgdina av spreingingunum, men málið verður nú kannað bæði í Svøríki, Danmark og Týsklandi.

Gass stóð í rørunum, tá ið yvirgangurin varð framdur, men báðar leiðingarnar vóru stongdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044