Hitt okkara nýggja vert á Sakini

Um KVFTíðindi
Hitt okkara nýggja vert á Sakini
11 ára gamla Ravnhild av Tvøroyri fer at undirhalda børnum í skúlaaldri í vetur
Ravnhild Fríða Holm Jespersen og Páll Danielsen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18-10-2022

Sakin er aftur við nýggjum verti, nevniliga 11 ára gamla Ravnhild av Tvøroyri. Seinastu dagarnar hevur hon verið í Kringvarpinum, har hon saman við starvsfólkunum á barnaøkinum hevur tikið upp nýggjastu partarnar av Sakini. 

Sakin byrjar aftur nú fríggjakvøldið. Tað verður sum altíð borðreitt við spennandi, stuttligum og øðrvísi evnum. Innsløgini eru ymisk, men vit fara at eisini at hitta gamlar kenningar, og børn kring landið sleppa til orðanna at vísa síni kynstur ella greiða frá hugtakandi søgum.

Vit gleða okkum at vísa tykkum alt tað, sum vit hava arbeitt við seinastu tíðina.

Sakin er á skránni hvørt fríggjakvøld í vetrarskránni.

Myndir: Bjarni Á. Rubeksen

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744

Um kvf css