Ákæruvaldið: Piddi varð sligin við pannu

Ákæruvaldið: Piddi varð sligin við pannu
Løgreglan fann blóð av Dánjali Peturi Hansen í húsunum hjá Pidda og heima hjá ákærda, sum verður avhoyrdur í morgin.
Ákærdi maðurin er av kroatiskum uppruna, og tí hevur hann tulk at umseta tað, sum verður sagt í rættinum.
 
05.11.2012 - 17:21
Blóð var afturvendandi orðið, tá Linda Hesselberg, ákæri, legði fram prógvini hjá politinum móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, Pidda, fyri einum ári síðani.
 
Heima hjá Pidda funnu teknikarar hjá politinum blóð í songini, í sovikamarinum, á gongini millum kamarið og kjallartrappuna og í kjallaranum. Heima hjá ákærda manninum fann politiið blóðug seingjarklæði og blóðug klæði, sum politiið heldur uppá, at ákærdi eigur. Og í bilinum, sum ákærdi brúkti, ein Skoda Fabia, fann politiið eisini blóð.
 
Sligin við pannu
 
DNA-royndir siga við tí fyrivarni, sum plagar at verða brúkt, at blóðið stavar frá Pidda. Í húsunum hjá Pidda fann politiið eisini far eftir einum skógvi, sum ákærdi var í, tá hann varð handtikin. Og far eftir hondina hjá ákærda.
 
Í kamarinum, har sum ákærdi, sambært ákæruvaldinum, sló Pidda við einari pannu, lá millumstykkið millum skaftið og pannuna. Skaftið og pannan vóru funnin millum seingjarklæðini, sum politiið fann heima hjá ákærda. Eisini á pannuni var blóð, sum sambært DNA royndum stavar frá Pidda.
 
Í onkrum føri vísa DNA royndir eisini á blóð frá ákærda. Heima hjá ákærda fann politiið harafturat passið og báðar fartelefonirnar hjá Pidda.
 
Funnu saman í fjør
 
Ákærdi maðurin og kvinnan, sum Piddi var skildur frá, funnu saman síðst í mai í fjør. Tey ætlaðu at flyta í húsini, sum Piddi búði í. Kvinnan var tinglýstur eigari, men Piddi var ikki fluttur úr húsunum.Pástandurin hjá ákæruvaldinum er, at ákærdi drap Pidda, tí hann vildi ikki fara úr húsunum.
 
Linda Hesselberg avdúkaði eisini í dag, hví politiið leitaði í Norðoyatunlinum og í Neshaga eftir líkinum av Pidda, ákærin segði Piddi og ikki Dánjal Petur Hansen, í framløgu sínari.
 
Í báðum førum varð hetta gjørt eftir ábendingum frá ákærda manninum. Hann segði, at Skodabilurin var stolin ta náttina, hann skal hava dripið Pidda. Hann koyrdi aftan á bilinum til Norðoyatunnilin. Hann hevði eisini sæði blóð í víkiplássi nummar tvey, tá koyrt verður úr Leirvík. Og rætt var, hundar funnu blóð har, blóð frá Pidda, sambært DNA royndum.
 
Ein starvsmaður hjá Landsverki fann um somu tíð, sum Piddi hvarv, ein skógv við sama víkiplássið. Sambært politinum átti Piddi skógvin. Leitað varð í øllum brunnum í Norðoyatunlinum, men einki lík varð funnið. Tað var eisini eftir ábending frá ákærda, at politiið leitaði við servandum hundum og gróv í Neshaga í summar.
 
Ákærdi segði seg vita, hvar Piddi var grivin, og teknaði politinum nøkur kort av Neshaga. Hann vísti eisini politinum staðið, tí hann segði seg kenna tað aftur. Men heldur ikki har varð Piddi funnin.
 
Eisini kannað jarðarferðir
 
Linda Hesselberg segði, at politiið leitaði eisini nógva aðra staðni eftir Pidda, millum annað í kvørnini á Bakkafrosti, har sum ákærdi arbeiddi, á brennistøðini á Hagaleiti. Og allar jarðaferðir fram til dagin, tá ákærdi maðurin varð tikin, eru kannaðar fyri at vita, um Piddi var farin í grøvina saman við øðrum líki.
 
Men enn hevur politiið ikki nakað lík. Ákæruvaldið sigur seg tó hava so nógvar og sterkar ábendingar um, at ákærdi maðurin veruliga beindi fyri Pidda eftir klokkan hálvgum fýra fríggjanáttina 4.november í fjør, at til ber at fáa mannin dømdan fyri tað.
 
Noktar seg sekan
 
Ákærdi maðurin noktar seg sekan. Hann verður avhoyrdur í morgin, og tá fær almenningurin loksins at hoyra hansara frágreiðing. Sambært politinum hevur maðurin broytt sína frágreiðing ofta hetta árið, síðani hann fyrstu ferð varð avhoyrdur. Og hann hevur ikki verið serliga samstarvshugaður.
 
Tað var eftir at politiið avhoyrdi unnustu hansara, fyrrverandi konu Pidda, at politiið fekk illgruna til mannin, sum so fyrst varð skuldsettur og síðani ákærdur fyri manndráp.   
  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477