"Sálarkvøl" vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina

"Sálarkvøl" vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina
Bæði dómsnevndin, áskoðararnir í Norðurlandahúsinum og hyggjararnir kring landið vóru samdir um, at heimildarfilmurin "Sálarkvøl" hjá Eir í Ólavstovu var ársins besti
Ein ovurfegin Eir í Ólavsstovu tekur ímóti Geytanum fyri 2022 fyri heimildarstuttfilmin "Sálarkvøl", sum eisini vann Áskoðaravirðislønina
 
22.10.2022 - 21:50

"Sálarkvøl" eftir Eir í Ólavsstovu gjørdi reint borð og vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina, tá stóra føroyska filmskvøldið var í Norðurlandahúsinum í kvøld. 

Við heiðrinum fylgja eisini ávikavist 40.000 krónur fyri Geytan, ið Runavíkar kommuna læt, og 30.000 krónur fyri Áskoðaravirðislønina, ið Tórshavnar kommuna læt. Eir í Ólavsstovu kundi tískil fara heim við 70.000 krónum í kvøld. 

Seks stuttfilmar kappaðust um Geytan og Áskoðaravirðislønina. 

 

Ovfarin og ovurfegin

Eir í Ólavsstovu var sum vera mann ovfarin og ovurfegin um heiðurin og virðislønirnar, og hon takkaði øllum, sum høvdu hjálpt sær at gera filmin.

Men tað stóra arbeiðið hevur hon sjálv gjørt, og tað gjørdi Geytavinnarin eisini vart við. 

"Eg havi kempað so hart fyri hesum, at eg haldi, at eg havi uppiborið tað," staðfesti Eir í Ólavsstovu stórsmílandi, áðrenn hon eisini sendi høvuðspersóninum í filminum, Elin Josefinu Smith, listakvinnu, ein stóra tøkk. 


Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði Geytan 2022

 

Heimildarfilmur

"Sálakvøl" er ein heimildarfilmur, ein dokumentarur, um ungdómsvinkonuna hjá Eir í Ólavsstovu Elina Josefinu Smith, listakvinnu. 

Tær vórðu vinkonur, men brádliga ein dagin gjørdist Elin sálarsjúk, gavst i skúlanum og flutti til Danmarkar, vinfólkini fingu ongantíð at vita, hvat veruliga hendi.

Filmurin er ein rannsóknarferð aftur í tíðina at finna út av, hvat hendi tá.

Á ferðini kemur fram, hvussu stórt tabu sálarsjúka var fyri 40 árum síðani, og hvussu tøgnin og manglandi vitanin um sálarsjúku, var við til at oyðileggja lívið hjá einari ungari gentu.

Men hóast filmurin er beiskur í støðum, so hendir tað gleðiliga, at vit síggja, hvussu Elin sum frá líður fær vaksandi álit á mammu sína, og vreiðin, sum Elin hevur følt øll hesi árini, byrjar at hvørva.

 

Vístur í sjónvarpinum

Ein longri útgáva av "Sálarkvøl" er vístur í Kringvarpi Føroya í 2021, og hóast Eir í Ólavsstovu hevur klipt filmin um og broytt ymiskt, so er útgávan, sum varð víst í sjónvarpinum, eisini sterk. 

Hjartaliga tillukku Eir. 

DOK01318

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. oktober
Morgunlestur mikudagur 23. oktober 2024
182231
Týsdag 22. oktober
Góðan morgun Føroyar
182405
Týsdag 22. oktober
Morgunlestur týsdagur 22. oktober 2024
182230
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. oktober
Veðrið
182434
Týsdag 22. oktober
Hvør býr her? (4:4)
180906
Týsdag 22. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
182397
Sunnudag 20. oktober
NM í olympiskari vektlyfting 2:2
182317
Sunnudag 20. oktober
Guðstænasta úr Húsavíkar kirkju
182318