84 prosent av orkuni í Suðuroy var grøn í oktober

84 prosent av orkuni í Suðuroy var grøn í oktober
Vágsverkið stóð stilt í 22 dagar, meðan framleiðslan var 100 prosent grøn
Vindmyllurnar í Porkeri framleiddu 60 prosent av orkuni í Suðuroy í oktober.
 
04.11.2022 - 15:08

Suðuroyggin skaraði framúr í oktober, tá ið ræður um grøna orku. Ongantíð hevur ein mánaður hilnast so væl við grønari orku.

Orsøkin er partvís sera góð vind- og vatnviðurskifti, og partvís nýggja battarískipanin og synkronkompensatorin í Porkeri, sum kom í rakstur í summar, sigur SEV.

Heili 84 prosent av orkuframleiðsluni stavaðu frá grønum orkukeldum, meðan motorarnir á Vágsverkinum stóðu fyri 16 prosentum, sum er tað minsta yvirhøvur.

 

Motororkuverkið hjá SEV í Vági.

 

Vágsverkið stilt í tríggjar vikur

Vindmyllurnar í Porkeri stóðu fyri  góðum 60 prosentum, og vatnorkuverkið í Botni stóð fyri góðum 23 prosentum av elorkuni.

Vágsverkið hevur ongantíð fyrr framleitt so fáar kilowatttímar úr olju sum í oktober, ella 0,47 GWt. Tað svarar til góð 95 tons av olju.

Vágsverkið stóð stilt í 22 dagar, meðan framleiðslan var 100 prosent grøn.

Í tíðindasendingini klokkan 16 verður samrøða við Terja Nielsen, menningarleiðara hjá SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV