Lýsingar í sjónvarpinum eru áðrenn og aftaná Dag og Viku, 3-2, hóskvøldssendingina og Gekkin.
Evstamark fyri sjónvarpslýsingar er á middegi gerandisdagin fyri, tvs. ein sjónvarpslýsing til mánakvøld skal vera latin KvF áðrenn á middegi fríggjadag. Tá skal lýsingin liggja á ftp-servara hjá KvF, ella verða latin móttøkuni á diski ella geyma. KvF heintar ikki lýsingar aðrastaðni. Tikið verður bert ímoti lýsingum sum fíla.
Ein sjónvarpslýsing kann í mesta lagi vera 45 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn nevndu sendingar. KvF endursendir ikki sjónvarpslýsingar ókeypis.
Sjónvarpslýsingin kostar 100 krónur pr. sekund og harafturat kemur eitt avgreiðslugjald á 250,- kr. fyri eina bílleging, sum fevnir í mesta lagi um tíggju lýsingar.
Er talan um eina miðlaætlan, har lýst verður fleiri enn tíggju ferðir, t.d. ymisk tíðspunkt ella bæði í sjónvarpi og í útvarpi, so er avgreiðslugjaldið 950,- kr. Prísirnir eru uttan mvg.
Tøkniligu nágreiningarnar til sjónvarpslýsingar finnast á hesari leinkju Tøkniligar nágreiningar