Sólvit Nolsø skiftir flokk

bannari
13.11.2022 - 17:10
Innlendis›Politikkur
Sólvit Nolsø skiftir flokk
Samstundis, sum Sólvit Nolsø hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum, leggur hann frá sær sum landsstýrismaður í Almannamálum. Hann stillar upp fyri Framsókn á valinum 8. desember

Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Sólvit Nolsø, hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann leggur frá sær. Hetta ger hann samstundis, sum hann meldar seg úr Fólkaflokkinum.

Hóskvøldið segði Sólvit Nolsø, at hann ikki stillar uppaftur, men at hann framvegis var limur í Fólkaflokkinum.

Men nú hevur hann altso meldað seg úr Fólkaflokkinum, og stillar upp fyri Framsókn á løgtingsvalinum 8. desember.

"Tað, sum fær meg at halda fram í politikki, er, at eg í tvey ár havi arbeitt við politikki, fyrst sum skrivari og so sum landsstýrismaður, og har eru nógv stór politisk mál fyri framman, ið krevja stórar avgerðir. Við tí eldhuga, ið eg framvegis havi fyri politikki, valdi eg at fara á listan hjá Framsókn," sigur Sólvit Nolsø millum annað, sum nú er valevni fyri Framsókn. 

 

Rokmiklir dagar

Tað hava verið nakrir ógvuliga rokmiklir dagar í Fólkaflokkinum. Tí eftir at Christian Andreasen legði frá sær sum formaður hósmorgunin, er botnurin at kalla skrædnaður undan Fólkaflokkinum, serliga í miðstaðarøkinum.

Christian Andreasen segði seg heilt fara úr politikki, og Heðin Zachariassen og Sólvit Nolsø søgdu hóskvødlið, at teir ikki fóru at stilla upp fyri flokkin.

Eftir kreppufundin hóskvøldið, har Beinir Johannesen var valdur til formann, legði nýggi formaðurin tó doyðin á, at nú vóru innanhýsis ósemjurnar lagdar afturum, og øll nú hugdu frameftir.

Men fyrsti formansdagurin hjá Beini Johannesen var lítið tespiligur, og mannfallið helt fram.

Fyrst legði øll nevndin í Havnar Framburðsfelag frá sær, formaðurin í ungmannafelagnum Huxa legði somuleiðis frá sær, og Annika Olsen, sum á fundinum hóskvøldið hevði fingið at vita, at hon kundi stilla upp fyri flokkin, meldaði seg heilt út úr Fólkaflokkinum.

Og í dag boðaði Sólvit Nolsø altso frá, at hann leggur landsstýrissessin frá sær, meldar seg úr Fólkaflokkinum og stillar upp fyri Framsókn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115