Sí myndirnar: Endurreisingin byrjað

Seinastu vikuna er alt undirstøðukervið hjá Fólkaflokkinum í Havnini horvið saman við høvuðsvalevnunum hjá flokkinum í høvuðsstaðnum. 

Opna og almenna stríðið í landsnevndini endaði við, at Christian Andreasen legði frá sær sum formaður og fór úr politikki, sum eisini endaði við, at nevndin í Havnar framburðsfelag eisini legði frá sær. 

Síðani hava Annika Olsen og Sólvit Nolsø kunngjørt, at tey stilla upp til løgtingsvalið fyri ávikavist Tjóðveldi og Framsókn. 

Á eykaaðalfundi í Havnar Framburðsfelag skuldi nýggj nend veljast, sum skal endurreisa Fólkaflokkin í Havnini. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Eykaaðalfundurin varð hildin í 62N Hotel í miðbýnum í Havn. 

Nú er at standa saman um Havnar Framburðsfelag, tóktis vera hugburðurin í kvøld, tá fólk møttu á eykaaðalfund. 

Birgir Nielsen, ið eisini sat í fráfarnu nevndini í Havnar Framburðsfelag, og Malan á Dul Nielsen. Tey bæði endaðu í nevnd, tá kvøldið var av. Hann sum nevndarlimur, hon sum næstforkvinna. 

Hanus Samróð hevur í nógv ár verið innarlaga í Fólkaflokkinum sum skrivari og spunasmiður floksins. 

Yvir 100 fólk møttu til eykaaðalfundin í Havnar Framburðsfelag, og tað var neyðugt við eyka stólum, fyri at øll kundu sita. 

Ein politiskur spreingiknøttur fyri og annar eftir eru brostnir undir Fólkaflokkinum og serliga Havnar Framburðsfelag seinastu vikuna. 

Tað er altíð umráðandi at síggja tað skemtiliga í tilveruni, eisini tað harðast leikar á. 

Inga Dahl endaði eisini í nýggju nevndini fyri Havnar Framburðsfelag sum varalimur. 

Bjarni Djurholm er fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.

Trúgvu stuðlarnir eru har í viðgongd og mótgongd. 

Jógvan Poulsen saman við konuni Astrið Breckmann. Hann endaði sum varalimur í nýggju nevndini fyri Havnar Framburðsfelag. 

The Grand Old Man hjá Fólkaflokkinum í Havn, Óli Breckman. Óli Breckman mann hava ilt við at skilja, hvussu Fólkaflokkurin kundi fara so illa í høvuðsstaðnum, har hann áður hevur staðið so sterkur. 

Pláss var ikki fyri øllum, ungum sum gomlum, sum vildu geva sítt ískoyti til at endurreisa Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum.

Rói B. Poulsen, fráfarandi formaður, takkar fyri seg. Hinir í nevndini, ið legði frá sær, vóru Regin W. Dalsgaard, Helgi D. Michelsen og Birgir Nielsen, sum tó varð valdur í nýggju nevndina. 

Nýggir og frískir luftstreymar mugu sleppa at blæsa inn í bæði Havnar framburðsfelag og í Fólkaflokkin. Tað var í øllum førum ætlanin hjá liberala vonginum av flokkinum, ið tapti valdsstríðið, og sum endaði við at Havnar framburðsfelag eisini lá eftirá. 


Hans Joensen, handilsmaður, er maður, ið skal endurreisa Havnar Framburðsfelag, ti hann nýggjur formaður. Her sæst Hanse Joensen saman við fyrrverandi borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Í nýggju nevndini fyri Havnar Framburðsfelag eru:

Hans Joensen, formaður
Malan Á Dul Nielsen, næstforkvinna
Fróði Ólason Olsen
Mona Breckmann 
Birgir Nielsen
Inga Dahl og Jógvan Poulsen eru varalimir.

 

Nýggja nevndin í Havnar Framburðsfelag nýtti høvið at takka fyrverandi nevndini og formanni floksins, Christiani Andreasen, fyri teirra arbeiði.

Fyrsti uppstillingarfundurin hjá Havnar Framburðsfelag verður hósdagin 17. november klokkan 20 á 62N Hotel.

Er kopiera