Samuel: Tað hevur verið ordiliga hart

Samuel: Tað hevur verið ordiliga hart
Samuel Chukwudi fór ungur og skaddur til belgiskan toppfótbólt, og ikki fyrrenn nú eitt ár seinni fær hann spælt. Tað var hart, sigur miðverjin, sum nú er á landsliðnum
Hans Erik Danielsen/FSF
Samuel Chukwudi er við á A-landsliðnum í fótbólti fyri fyrstu ferð
15.11.2022 - 10:01

Tað sær ljósari út nú.

Í januar fór tá 18 ára gamli Samuel Chukwudi úr HB til belgiska felagið Union Royal St. Gilloise. 

Eitt fremmant land við aðrari mentan og máli bíðaði tannáringinum, sum harafturat var skaddur. Knøini hava darvað so mikið illa, at tað er ikki fyrrenn nú - eitt ár seinni - at gávuríki miðverjin er aftur á vøllinum.

 - Tað hevur verið eitt sindur hart í byrjanini, tað má eg viðurkenna, sigur Samuel Chukwudi.

 - Eg var skaddur, tá eg kom, og at flyta til eitt nýtt land og ein stórbý sum Brússel er ikki bara bara. Men nú eri eg so at siga komin yvir skaðan, og venji og spæli fult við, so nú byrjar at síggja ljósari út.

Mentur í mótgongd

Samuel Chukwudi kom inn á besta mansliðið hjá HB sum 16-17 ára gamal, og avrikini vóru somikið sannførandi, at hann vann heiðurin 'ítróttastjørnuskotið', sum ÍSF letur.

Bruni í knøunum hevur kortini argað illa, og tá belgiska felagið Union lá framvið, var tað í fyrsta umfari við tí fyri eyga at geva unga miðverjanum viðgerð og endurvenjing fyri skaðan.

Tað hevur tikið tíð og hevur verið 'ordiliga hart', men Samuel Chukwudi er nú komin fyri seg aftur, og tá A-landsliðið skuldi spæla venjingardystir ímóti Kekkia og Kosovo, vóru boð eftir honum frá Håkani Ericson fyri fyrstu ferð.

 - Tað er sjálvandi nakað, sum nógvir spælarar droyma um, so tað eri eg øgiliga errin av og glaður fyri at sleppa at uppliva, sigur Samuel Chukwudi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493